Flogbóltur, steypakappingin menn: Mjølnir tapti móti SÍ b

ítróttur13-12-2017 - 16:38 - Jóanis Albert Nielsen

Ein dystur í bólki I í steypakappingini hjá monnum varð í gjárskvøldið leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvik.

Mjølnir, sum er greitt oddalið í landskappingini, tapti ímóti SÍ b, sum hevur mannað seg við royndum spælararum, sum hava myndað landskappingina undanfarin nógvu árini.

Hetta gjørdist ein spennandi dystur við nøkrum jøvnum settum, sum endaðu 18-25, 28-26, 21-25 of 27-29.

Úrslitið viðførur stóran spenning í bólki I, tí nú er støðan tann, at SÍ b er á odda við 6 stigum, meðan Mjølnir og Fleyr a hava 3 stig:

Settmunur Stig
1 SÍ b 4 6
2 Mjølnir 1 3
3 Fleyr 0 3
4 TB -5 0

Mjølnir skal fríggjakvøldið spæla ímóti TB í Badmintonhøllini, sum ikki spælir meistaradeildin. Vinnur Mjølnir 3-0 ella 3-1, hevur liðið tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, men tapa teir tvey sett ella dystin, so verður lagnan hjá teimum avgjørd í dystinum í annaðkvøld kl. 21,00 í Gundadalshøllini, tá Fleyr a tekur ímóti SÍ b.

Vinnur SÍ b tvey sett í hesum dystinum eru teir í hálvfinalunum, men vinnur Fleyr 3-0 ella 3-1 hevur Fleyr tryggjað sær plássið.

So samanumtikið – alt kann henda!

Reglarnar siga, at stendur á jøvnum í stigum og settmuni, er innanhýsis dystur avgerandi.