Mynd: ÍF var við í hálvfinalunum í 2017

Flogbóltur, steypakappingin menn: Alt opið enn

ítróttur12-12-2017 - 16:05 - Jóanis Nielsen

Einki lið hjá monnunum hevur enn tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í februar.

Úrslitini í bólki I gjørdist hesi seinasta vikuskiftið:

TB – Fleyr a, 0-3, 18-25, 19-25 og 20-25.

Í kvøld týskvøldið spælir Mjølnir ímóti SÍ b í Badmintonhøllini klokkan 19,30, og kann hetta gerast ein spennandi dystur, tí sum skilst, so er tað eitt sera roynt lið, sum SÍ b stillar á vøllin.

Og eisini hóskvøldið verður ein avgerðandi dystur í Gundadalshøllini klokkan 21,00, tá Fleyr a og SÍ b møtast.

Støðan í bólki I er henda:

Felag Stig Settmunur
1 Mjølnir 3 2
2 SÍ b 3 2
3 Fleyr a 3 1
4 TB 3 -5

Í bólki II spældu SÍ a og Fleyr b sunnudagin, og úrslitið gjørdist at SÍ a vann 3-0 við settunum 25-15, 25-23 og 25-22.

Avgerðin hvør kemur víðari til hálvfinalurnar fellur sunnudagin klokkan 15,00 á Kambsdali, tá ÍF og Fleyr b møtast.

Støðan í bólki II er henda:

Felag Stig Settmunur
1 ÍF 3 3
2 SÍ a 3 3
3 Fleyr b 0 0