Flogbóltur, steypakappingin: 5 dystir um vikuskiftið

ítróttur08-12-2017 - 13:24 - Jóanis Nielsen

Meistaradeild kvinnur:

3 dystir eru um vikuskiftið hjá kvinnunum. Í bólki I skal Ternan spæla sín fyrsta steypadyst í ár – hann verður ímóti TB, sum seinasta vikuskiftið tapti 3-2 ímóti Drátti. Dysturin verður á Toftum leygardagin klokkan 13,15.

Toppdystur:

Hin dysturin í bólki I er ímillum SÍ og Drátt, og er hetta toppdystur í bólkinum. SÍ liggur í løtuni á odda við 3 stigum, meðan Dráttur hevur 2 stig. Vinnarin av hesum dystinum, hevur tryggjað sær eitt gott grundarlag fyri at vinna bólkin.

Ikki minni spennandi verður dysturin í bólki II, tí har møtast tvey tey fremstu liðini í kvinnukappingini í ár – Fleyr og Mjølnir.

Vinnur Mjølnir dystin, hava tær tryggja sær 1. plássið í bólkinum, og so verður komandi vikuskiftið avgerðandi fyri Fleyr og KÍF, um hvør teirra kemur víðari í bólkinum saman við Mjølni. Vinnur Fleyr um vikuskiftið, er alt opið í bólkinum enn eina viku.

Dysturin millum Fleyr og Mjølnir verður í Gundadalshøllini leygardagin klokkan 13,00.

Meistaradeild menn:

Hjá monnunum verður ein dystur í hvørjum bólki. Í bólki I møtast TB og Fleyr a í Trongisvági klokkan 14,30 sunnudagin, og hin dysturin verður ímillum SÍ a og Fleyr b í Sørvági sunnudagin klokkan 15,00 í Sørvági.

Í bólki I liggur Mjølnir á odda, meðan ÍF liggur á odda í bólki II.

Støðurnar eru at síggja áwww.fbf.fo