Flogbóltur: SÍ vann 3-1 á Fleyr í gjárkvøldið

ítróttur29-01-2020 - 08:55 - Jóanis Nielsen

Fleyr hevði í gjárkvøldið vitjan av SÍ í meistaradeildini, SÍ vann landskappingardystin 3-1 - settúrslitini23-25, 25-19, 14-25 og 23-25.

Mjølnir liggur ovast í meistaradeildini við 27 stigum, SÍ hevur 15 stig, ÍF hevur 10 stig og Fleyr liggur aftast við 8 stigum.