Flogbóltur, menn: Russland Evropameistari

ítróttur05-09-2017 - 13:04 - Jóanis Nielsen

Russland gjørdist sunnukvøldið Evropameistari í flogbólti fyri menn, tá teir í einum sera tøttum og spennandi dysti vunnu 3-2 á Týsklandi.

5. og seinasta settið endaði 15-13 eftir ein sera spennandi og væl leiktan dyst. Hini settini endaðu25-19, 20-25, 25-22, 17-25.

Fram til finaluna hevði Rusland einki sett tapt, og roknað varð tí við, at Russland fór at vinna ein lættan dyst ímóti Týsklandi – men hetta gjørdist ikki veruleiki.

Eitt vælleikandi týskt lið við Grozer á odda vildi tað annaðleiðis, og liðið fekk sítt besta úrslit í Evropeisku flogbóltssøguni.

Nr. 3 í kappingini gjørdist Serbia, sum vann á 3-2 á Belgia (25-17, 22-25, 19-25, 25-22, 15-12).

Niðanfyri er leinkja til sigurin í seinasta bóltinum í 2. setti, sum Týskland vann:

https://youtu.be/aQ4vQZommX0

Her er stuttur samandráttur av dystinum:

https://youtu.be/p2mqgeEm_0s

Stjørnuliðið, sum varð kosið eftir kappingina er hetta:

Besti leikari.Maxim Mikhailov, Russland

Hevari: Sergey Grankin, Russland

Diagonalur: Guørgy Grozer, Týskaland

Kantur: Denys Viktoravic Kaliberda, Týskland

Kantur: Dmitri Volkov,Russland

Miðblokkur: Srecko Lisinac, Serbia

Miðblokkur: Marcus Bøhme

Libero: Lowie Stuer, Belgia

Endaliga støðan:


1. Russland
2. Týskland
3. Serbia
4. Belgia
5. Itali
6. Bulgaria
7. Kjekkia
8. Slovenina
9. Frankaríki
10. Polen
11. Turkaland
12. Finnland
13. Estonia
14. Holland
15. Slovakia