Savnsmynd.

Flogbóltur menn: ÍF vann greitt 3-0 á SÍ

ítróttur21-02-2021 - 21:16 -

Flogbóltur, Meistaradeildinmenn


Greiður ÍF sigur, har leikara blivu spardir
3 – 0 (25 – 10, 28 – 26, 25 – 18)
ÍF vann greitt 3-0 á SÍ á Kambsdali í dag í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti. Í 2. og 3. settið gjørdi ÍF nógvar útskiftingar, og leiktu til tíðir við einum næstan nýggjum og óroyndum liðið. Fokus er nógv á finaluna í steypakappingini komandi leygardag og tí blivu fleiri avgerðandi leikarar nógv spardir, ímeðan aðrir fingu nógva leiktíð.

ÍF legði hartút í 1.setti við at vinna 25 – 10 á einum heldur spøkum SÍ liðiÍ 2.settkovend í spælið hjá SÍ.Teir stríddust og spældu væl. ÍF hevði torført at vinna bóltarnar. Men tá avtornaði,vann ÍF 28 – 26.

3.og seinasta settið í dystinum vann ÍF trygt.