Flogbóltur, meistaradeild menn: ÍF - Mjølnir í kvøld

ítróttur19-01-2018 - 14:36 - Jóanis Nielsen

Oddaliðini í meistaradeildini hjá monnmum møtast í kvøld á Kambsdali klokkan 19,30.

Mjølnir liggur á odda við 20 stigum meðan ÍF hevur 12 stig, men ÍF hevur fingið góð úrslit seinastu tíðina, og tí kann roknast við einum spennandi dysti á Kambsdali.

Liðini hava fyrr í hesum kappingarárinum leikt 2 dystir ímóti hvørjum øðrum, og tá hevur Mjølnir vunnið trygt 3-0.

Rás 2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.


nr lið dystir stig settmunur
1 Mjølnir 8 20 15
2 ÍF 8 12 0
3 Fleyr 8 11 -3
4 8 5 -12