Flogbóltur, kvinnur: SÍ og KÍF spæla í Sørvági í kvøld

ítróttur09-11-2017 - 13:42 - Jóanis Nielsen

Kvinnuflogbóltur: Ein dystur verður í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum í høllini í Sørvági klokkan 19.30 í kvøld


- Vit fara sjálvandi á vøllin fyri at vinna. Sum úrslitini vísa, so hevur tað ikki gingið eftir vild higartil, men vit fara á vøllin fyri at vinna dystin.


Tað sigur Rajko Petrovic, sum er venjari hjá kvinnuliðnum hjá SÍ.


Fyri nøkrum árum síðan taldust sørvágskvinnur millum bestu liðini í kvinnukappingini, men heilt so gott er tað ikki beint nú. Sambært stigatalvuni gongur ikki so væl í hond, tí liðið liggur aftast eftir at hava tapt tveir av trimum dystum higartil.

Orsøkin til tungu gongdina skal finnast í, at liðið er nógv broytt tey seinnu árini, og royndir er ikki nakað tú fært, vísir venjarin á.


- Leikararnir skulu spæla seg til royndirnar, og tí er gongdin eitt sindur misjøvn, sigur Rajko Petrovic.


Um vikuskiftið spældi SÍ á útivølli móti TB, ein dyst sum tær taptu 3-0. Men dysturin var javnari enn úrslitið leggur upp til. Í grundini átti SÍ at vunnið, heldur venjarin.


- Ja, tað haldi eg avgjørt. Og eg eri vónbrotin av úrslitinum. Tað, sum eg nú vóni er, at genturnar leggja tann dystin aftanfyri seg og bara hugsa um dystin í kvøld, sigur Rajko Petrovic.

KÍF vil eisini í gongd

Rajko Petrovic er nú ikki einasti venjarin, sum vil vinna í kvøld. Tað málið hevur Ragnar í Haraldsstovu, venjari hjá KÍF, eisini sett sær.

Hansara lið liggur beint frammanfyri SÍ, men KÍF hevur bara spælt tveir dystir. Tær vunnu á TB og taptu móti Mjølnir. Tað seinna er ikki so løgið, heldur Ragnar, tí Mjøljnir-liðið er øgiliga sterkt í ár.

Kollfirðingar hava á leið sama lið sum í fjør; heldur er liðið styrkt um nakað.

- Eftir mínum tykki sær gott út, og tí fara vit eisini eftir sigrinum í kvøld. Tað skulu vit, um vit ætla okkum fram í oddan at liggja, sigur hann við einum smíli.

Dysturin verður sum sagt í høllini í Sørvági í kvøld klokkan 19.30. Tað er TB, sum eigur dómarakjansin í dag.