Flogbóltur: Klárt til hálvfinalur í steypakappingini

ítróttur16-12-2018 - 20:17 - Jóanis Nielsen

Seinastu innleiðandi dystirnir í steypakappingini í Meistaradeildini eru leiktir í dag, og nú er greitt, hvør hevur leikt seg í hálvfinalurnar, sum verða leiktar 16. og 17. februar í 2019. Tað var longu greitt undan hesum leikumfarinum, hvørji lið hjá monnunum vóru víðari. Hálvfinalurnar hjá monnunum verða leiktar soleiðis:

  • Fleyr – ÍF a
  • Mjølnir – SÍ a

Stórur spenningur hjá kvinnunum

Undan umfarinum í dag var bólkur 1 hjá kvinnunum avgjørdur. Fleyr og KÍF høvdu leikt seg víðari, men alt stóð framvegis opið í bólki 2, har SÍ og Mjølnir lógu best fyri, men Dráttur kundi venda øllum á høvdið í seinasta dystinum á heimavølli ímóti júst SÍ. Kravið var ein sigur á minst 3-1.

Tað vísti seg tó, at SÍ ikki ætlaði sær at lata 1. plássið í bólkinum frá sær. Sørvágskvinnur vunnu 1. settið, men taptu so 2. sett, og tað merkti, at Dráttur framvegis hevði møguleikan at gera alt av. Tað eydnaðist tó ikki, tí SÍ streyk avstað við 3. settinum so sannførandi sum 25-10, og so hevði tað ikki nógv at týða, at Dráttur svaraði aftur í 4. settinum, tí hálvfinalan var fokin, og SÍ hevði tryggjað sær 1. plássið í bólkinum. Sí endaði við at vinna dystin 3-2 við settúrslitunum 17-15, 25-23, 10-25, 25-21, 11-15.

Hálvfinalurnar hjá kvinnunum eru tí hesar:

  • Fleyr – Mjølnir
  • SÍ - KÍF

Hálvfinalurnar verða leiktar 16. og 17. februar í 2019.