Flogbóltur: Havnin vertsbýur fyri stórari EM-kapping

ítróttur27-12-2018 - 10:26 - Jóanis Nielsen

Tórshavnar kommuna og Flogbóltssamband Føroya fara enn einaferð at samstarva um stóra EM-kapping í Stórhøllini á Hálsi 4. til 6. januar 2019. Hesaferð fyri U16 landslið hjá gentum.

Stór avbjóðing

Flogbóltssamband Føroya hevur fyrr skipað fyri bæði EM- og HM-kappingum, og hvørja ferð hevur tað verið í samstarvi við Tórshavnar kommunu, sum serliga seinnu árini hevur lagt seg eftir at fáa tiltøk hendavegin. Var tað ikki fyri slíkum samstørvum, høvdu vit als ikki hildið okkum til, tí tað er ómetaliga krevjandi, tá ið hugsað verður um fyrireiking og alt tað fólk, ið skal til. Harumframt eisini krevjandi, tá ið tað viðvíkur hýsing, hallarviðurskiftum og fígging. “Samstarv okkara við Tórshavnar kommunu og hollar stuðlar so sum Atlantic Airways og Hotel Føroyar og aðrar er tí heilt avgerandi, tá ið vit bjóða okkum til”, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya.

Stórhøllin til próvtøku

Flogbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommuna hava saman hýst bæði EM og HM-kappingum fyrr, men hesaferð verður talan um 6 lond, sum fara at dystast. Øll kappingin skal verða avgreidd í bara 3 dagar, so tað verður nógv trýst á øllum pørtum. Ikki minst høllini, sum nú rættiliga fær seg roynda. Annar parturin á høllini verður gjørdur um til dystarhøll, so sum vit kenna tað frá øðrum kappingum og steypafinaluni. Hin parturin av høllini verður venjingarhøll og nýtt til upphiting o.a. í sambandi við kappingina. Hetta verður tí eitt slag av próvtøku hjá øllum pørtum, tí so stór kapping á hægsta altjóða stigi hevur ikki verið í nýggju høllini áður.

“Vit hava góðar vónir í allar mátar og fegnast stórliga um, at vit enn einaferð kunnu hýsa EM-flogbólti í Føroyum” staðfestir formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya.

Myndatekstur:

Annika Olsen og Gunvør Balle frá Tórshavnar kommunu hava sín stóra leiklut í EM-kappingini fyrst í januar.