Aftast frá vinstru: Maria Sarita Lorentsen, Turið Búadóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Tórun Johnsdóttir Kruse, Sissal Ellefdóttir, Juan Johnsdóttir Kruse, Eva Gunn Niclassen.


Fremst frá vinstru:
Guðrun Johnsdóttir Kruse, Mona Poulsen, Katla Henriksen, Eyðvør Thorbjarnardóttir, Inga Helena Henriksen.

Flogbóltur FM: SÍ Føroyameistari í kvinnuunglingum

ítróttur11-03-2017 - 17:11 - Jóanis Nielsen

Tað gjørdist ein greiður FM-sigur til SÍ á ÍF í finaluni hjá kvinnuunglingum, hóast at tað var eitt sera spennandi fyrsta sett. Sí vann dystin 3-0 við settmuninum 27-25, 25-18, 25-8.

Í fyrsta setti var ÍF á odda 25-24, men so steðgaði upp, og SÍ megnaði at vinna setti 27-25. ÍF kom ikki rættuliga fyri seg eftir hetta, og serliga var tað servitrýstið hjá SÍ, sum gjørdi munin. Og serliga í 3. setti vísti SÍ sína styrki, við at vinna 25-8.

Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Sissal Ellefsdóttir og hjá ÍF Eyðgerð Hansen.

Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Boga Johannsen frá Varðin Pelagic.

Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til ÍF við silvurheiðursmerkjunum.