Aftast frá vinstru: Hallgerð Haraldssen, Turið Búadóttir, Malan Maria Weihe, Inga Henriksen, Eva Gunn Niclassen, Guðrun Kruse.

Fremst frá vinstru: Sissal Haraldssen, Sólfríð Poulsen, Rannveig Rós Joensen, Josefina Eliasdóttir, Katrin Henriksen

Flogbóltur FM: SÍ Føroyameistari í gentum 14

ítróttur11-03-2017 - 18:56 - Jóanis Nielsen

SÍ gjørdist føroyameistari í gentum 14, tá tær vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Fleyr. Fleyr var væl við í fyrsta setti, men so var tað SÍ, sum vísti, at FM-heitið skuldi til Sørvágs.

Settini endaðu 25-21, 25-12, og 25-14.

Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Inga Henriksen og hjá Fleyr var Hanna Iansdóttir Biskopstø.

Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Alvi Mortensen frá Tvøroyrar Kommunu.

Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til Fleyr við silvurheiðursmerkjunum.