Aftast frá vinstru: Rannveig Rós Joensen, Tanja Falvard, Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Tóta Búadóttir, Sofía Weihe Simonsen, Bárða Jansdóttir, Fríða Haraldssen, Kristina Dánjalsdóttir Gásdal, Laila Wentzilsdóttir Mouritzen.


Fremst frá vinstru: Maria Magnussen, Anja Sólja Niclassen, Elin Tórbjørnsdóttir, Lisa Haraldssen, Laura Skov Weihe.

Flogbóltur FM: SÍ føroyameistari í gentum 12

ítróttur13-03-2017 - 08:44 - Jóanis Nielsen

SÍ vann í dag FM-heitið fyri gentur 12 ár, tá tær í høllini í Trongisvági vunnu 2-1 á KÍF.

 

Settini endaðu 25-6, 16-25 og 15-7.

 

Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Malan Maria í Haraldstovu Weihe og hjá KÍF var tað Kristianna Bartalsdóttir.

 

Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Otto Leo Gram frá TB-flogbólti.

 

Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til KÍF við silvurheiðursmerkjunum.