Aftast frá vinstru: Niklas Niclassen, hálparvenjari, Jógvan Gøthe Magnusson, Petur Ziska Jacobsen, Hørður Joensen, Eyðfinn Rajani Færø, Matthias Rajani Ziskasen, Boas á Lakjuni, Svend Jacobsen, venjari.

Flogbóltur FM: Fleyr føroyameistari í dreingjum 12

ítróttur13-03-2017 - 08:50 - Jóanis Nielsen

Fleyr vann í dag FM-heitið fyri dreingir 12 ár, tá ið teir í høllini í Trongisvági vunnu 2-0 á SÍ.

Settini endaðu 25-11, 26-24.

Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Bjarni Joensen og hjá Fleyr var tað Eyðfinn Rajani Færø.

Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Peturi Morell frá ungdómsmennara hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Hjartaliga til lukku til Fleyr við gullheiðursmerkjunum og SÍ við silvurheiðursmerkjunum.