Flogbóltur: EM-kappingin er byrjað

ítróttur04-01-2019 - 10:33 - Jóanis Nielsen

So byrjar EM-kappingin

Klokkar 8,30 byrjar fyrsti dysturin í EM kappingini, sum um vikuskiftið verður í Stórhøllini í Tórshavn.

Fyrsti dysturin verður millum Finnland og Ísland, og uttan at taka nakað frá Íslandi, so verður roknað við, at Finnland er favorittur at vinna dystin – og kanska samlaðu kappingina eisini.

Allir dystirnir verða stroymdi beinleiðis her:https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

Meira kunning áwww.fbf.fo

Føroyar spæla sín fyrsta dyst í kappingini í dag klokkan 15,00 móti Írlandi.

Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

Fyrstu ferð
Hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping, so vit eru øll spent at síggja, hvussu tað fer at ganga.

Hetta er samstundis størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað, so eisini tað er spennandi. Hetta er alt samalt liður í tilgongdini at menna leikararnar til størru uppgávurnar, ið liggja fyri framman á altjóða pallinum. Bæði fyri leikararnar og fyri fyriskipararnar.

Øll sleppa við!
Tað verða 12 gentur, ið skulu umboða Føroyar á vøllinum, men allir føroyingar og áhugað annars kunnu gera sítt til at stuðla teimum 12, tí tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

Dystarskráin fríggjadagin sær soleiðis út:
kl. 8.30 Finnland - Ísland
kl. 10.30 Danmark - Írland
kl. 13.00 Svøríki - Ísland
kl. 15.00 Føroyar - Írland
kl. 17.30 Finnland - Svøríki
kl. 19.30 Danmark - Føroyar

Alt eftir, hvussu úrslitini hátta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur leiktar leygardagin, og dystirnir um endaligu støðuna sunnudagin.