Flogbóltur: EM landsliðið úttikið

ítróttur16-06-2017 - 11:17 - Jóanis Nielsen

Landsliðsvenjararnir Kristian Mikkelsen og Hjalmar Joensen hava úttikið teir14 leikar, sum skulu umboða Føroyarí EM-kappingini í Luksemborg í døgunum 22.–25.juni 2017.

Hetta er framhald av HM/EM kappingini sum var í Føroyum í mai í fjørð, tá føroysku flogbóltskvinnurnar leiktu seg víðari til endaumfarið, sum nú verður í Luksemborg. Føroyska liðið vann tá á Írlandi og Liktenstein, men tapti 3-1 í móti Kypros. Men við at vinna 2. plássið, tryggjaði liðið sær rættindi at verða við í endaumfarinum.

Hini liðini í kappingini eru Luksemborg, Kypros, Skotland og Ísland.

Liðið fer úr Føroyum mikudagin 21. Juni, og verður aftur 26. Juni.

Leikararnir eru:

Amager VK:

Sofía Purkhús

Dráttur:

Petra Sunadóttir Hansen

Sólgerð Henriksen

Fleyr:

Anja Sonnadóttir Danielsen

Anna Sára Leivsdóttir Johansen

Esther Rasmussen

Magnhild Jacobsen

Óluvá Mohr

KÍF:

Guðrun Lindenskov Joensen

Eyðrið E. Hansen

Sóley Poulsen

Mjølnir:

Ása Fredriksberg

ÍF:

Fríðgerð Høgnadóttir Hansen

TB:

Inge Marie Rasmussen