Flogbóltur, EM: Hálvfinala móti Luksemborg í kvøld kl. 19,30

ítróttur11-05-2019 - 17:25 - Jóanis Nielsen

Føroyska kvinnulandsliðið skal í kvøld klokkan 19,30 spæla hálvfinalu móti Luksemborg í EM-kappingini, sum er í Luksemborg.

Í gjár vunnu Føroya 3-0 móti Írlandi, og í dag tapti føroyska liðið 3-0 móti Skotlandi.

Tí er neyðugt at kvinnurnar í kvøld vinna hálvfinaluna, um plássið í finaluni í morgin skal tryggjast.

Meira fæst at vita á heimasíðuniwww.fbf.foum stroyming og beinleiðis frásøgn fráFM 1,www.midlar.fofrá dystinum í kvøld.

Leinkja til stroyming:

https://www.rtl.lu/sport/news/a/1345938.html?fbclid=IwAR1I4My4VSRKuH5Ow8Ce9X-HqJwX3BcyYMByQ3WSZ4P6S_UNN__oVqBF04Y

Dystarskráin:

Bólkur A:Luksemborg, Grønland og Norðurírland.
Bólkur B:Skotland, Føroyar og Írland.

Úrslit higartil í kappingini:

Fríggjadag 10. Mai:
Føroyar-Írland (Bólkur B) 3-0 (25-17, 25-16, 25-22)
Grønland-Norðurírland (Bólkur A) 1-3 (29-31, 25-15, 21-25, 15-25)
Írland-Skotland (Bólkur B) 0-3 (16-25, 18-25, 23-25)
Luksemborg-Norður Írland (Bólkur A) 3-0 (25-10, 24-4, 25-10)

Leygardag 11. mai
Kl. 10:00 Skotland-Føroyar (Bólkur B) 3-0 (25-17, 25-22, 25-17)

Luksemborg-Grønland (Bólkur A) 3-0 ( 25-8, 25-10, 25-14)

Kl. 17:00 Hálvfinala: Skotland – Norður Írland
Kl. 19:30 Hálvfinala: Luksemborg - Føroyar

Sunnudag 12. mai
Kl. 10:30 Dystur um 5. pláss
Kl. 13:00 Bronsudystur
Kl. 15:30 Finala

Føroyska manningin er henda:

Hevarar:

Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast

Janna Falkvard, SÍ

Miðspælarar:

Sirið Antoniussen, Mjølnir

Sóley Mørch Poulsen, KÍF

Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr

Kantar:

Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr

Eva Winther Nagata, Aarhus

Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr

Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir

Diagonalar:

Bára Holm Jacobsen, Fleyr

Hanna Olsen, KÍF

Libero:

Anna Larsen, Aalborg

Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur

Venjari: Lars Engell

Hjálparvenjari: Kristian Mikkelsen

Fysioterpeutur: Katrin Petersen

Liðleiðari: Rúna Hentze

Statistikk: Andreas Zachhau

Dómari: Jan Hentze