Flogbóltur, børn og ungdómur: 122 lið til Vitus-kapping

ítróttur18-01-2018 - 14:44 - Jóanis Nielsen

Um vikuskifitið skipar Mjølnir fyri barna- og ungdómskapping í Klaksvík.Kappingin byrjar fríggjakvøldi og spælt verður bæði leygardagin og sunnudagin í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík.

Flogbóltskappingin hevur heitið Vituskappingin og er stuðlað av BankNordik.

Íalt eru 120 lið við í kappingini, so fleiri hundrað børn og ung koma at fáa sveittan fram í Klaksvík hetta vikuskiftið.

Fríggjakvøldið spæla gentur U16 og U 19 eins og dreingir U15 og leygardagin spæla gentur U12, U 14 og kvinnuunglingar og dreingir U 12, U 17 og mansunglingar.

Sunnudagin spæla øll flogbørnini frá level 0 til level 3.

Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn hin 24. februar 2018.

Fleiri upplýsinar eru á facebook-síðuni hjá Flogbóltssambandi Føroya.