Flogbóltur: Badmintonhøllin í Klaksvík klár til brakið leygardagin

ítróttur15-02-2019 - 22:45 - Jóanis Nielsen

Steypa-flogbóltur: Badmintonhøllin, Klaksvík, klár til brakið leygardagin


Badmintonhøllin í Klaksvík, er nú klár til til hálvfinalu-brakið leygardagin, tá 4 hálvfinalurnar verða leiktar í hesi røð:

Kl. 13.00 MM Mjølnir - SÍ
Kl. 15.00 MK SÍ - KÍF
Kl. 17.00 MM Fleyr - ÍF
Kl. 19.00 MK Fleyr - Mjølnir

Fólk hava í allan dag arbeitt við at leggja Taraflexgólvið á, eina og annað arbeiði er gjørt runt vøllin, so høllin er ikki at kenna aftur.

FM 1 sigur beinleiðis frá dystunum og byrjar at senda frá klokkan 12,00 (leinkja á http://www.miðlar.fo/) , eins og KVF stroymir allar dystirnar beinleiðis – leinkja sæst til hetta á www.kvf.fo.