Flogbóltur: Ársins bestu í kvinnuflogbóltinum

ítróttur19-04-2018 - 13:16 - Jóanis Nielsen

Liðformenn og venjarar á øllum liðunum hava nú atkvøtt um bestu leikararnar í meistaradeildini hjá kvinnum.

Hvør einstakur hevur havt tríggjar stemmur í hvørjum bólki, og besti leikarin hevur fingið 5 stig, næstbesti 3 stig og tann triðji 1 stig.

Á Galla-veitslu, sum Fleyr skipar fyri leygardagin 21. apríl verður almannakunngjørt, hvør verður vinnari í hvørjum bólki.

Niðanfyri eru trý tey bestu í hvørjum bólki sum eru innstillaði – hesi eru uppsett í bókstavarøð.

Ársins leikari
Anja S. Danielsen Fleyr
Anna Sunadóttir Hansen Dráttur
Hanna Iansdóttir Biskopstø Fleyr
Sóley Mørch Poulsen KÍF
Ársins hevari
Guðrun L. Joensen KÍF
Hanna Iansdóttir Biskopstø Fleyr
Petra Sunadóttir Hansen Dráttur
Ársins blokkleikari
Sóley Mørch Poulsen KÍF
Elisabeth Purkhús Mjølnir
Súsanna Sólrunardóttir Ludvig Fleyr
Ársins áleypari
Anja S. Danielsen Fleyr
Anna Sára Leivsdóttir Skaalum Fleyr
Anna Sunadóttir Hansen Dráttur
Ársins verjuleikari
Barbara Herdalur Poulsen Dráttur
Inge Marie Rasmussen Fleyr
Kristina Knudsen Fleyr
Ársins stjørnuskot
Elsa Samuelsen KÍF
Hanna Iansdóttir Biskopstø Fleyr
Julia N. Mortensen TB
Sesilia Johnsdóttir Prior Dráttur