Flogbóltur 3. flokkarnir: Kollafjarðar skúli gjørdist føroyameistari

ítróttur26-03-2019 - 07:48 - Jóanis Albert Nielsen

Mánadagin 25. mars 2019 gjørdist Kollafjarðar skúla føroyameistari í flogbólti fyri 3. flokkar.

Vinnarin varð funnin í Høllini á Hálsi, tá økisvinnararnir frá øllum landinum dystaðust um endaliga meistarheitið.

Tilsamans vóru 143 børn við, sum vóru býtt upp í 35 lið.

Nr. 1. gjørdist Kollafjarðar Skúli,

2. Skála Skúli

3. Sørvágs Skúli.

4. Skúlin á Løgmannabreyt

5. Skúlin í Trongisvági

6. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík

7. Eiðis Skúli

Tað var sera javnt millum flokkarnar, men samanumtikið ein sera væleydnað kapping, har allir næmingarnir vóru á vøllinum.

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum og venjingum í skúlaflogbólti runt alt landið og hetta var endin á vitjanunum á skúlunum henda veturin.