Flogbóltsdystir verða stroymdir

ítróttur21-01-2021 - 18:16 - Jóanis Albert Nielsen

Flogbóltsambandið arbeiðir við eini ætlan, har allir flogbóltsdystir verða stroymdir og tí lætt tilgongiligir hjá øllum

Nógvir dystir hava higartil verið stroymdir við ymiskari góðsku og verið vístir á ymiskum pallum. Hetta hava eldsálir í einstøku feløgunum staðið fyri.

Nú verður arbeitt við einari ætlan, har allir dystir í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum skulu stroymast við professionellari útgerð, og at dystirnir skulu verða lættir at finna hjá øllum, sum hava áhuga.

Orsøkin til hetta tiltakið er, at umrøðan av flogbólti í miðlunum er sera avmarkað. Tí tekur Flogbóltsambandið hetta í egnar hendir og ætlar sjálvt at fara undir at framleiða sendingar um dystirnar, soleiðis at teir verða lættir at finna og stroyma live hjá øllum. Sostatt fáa aðrir miðlar eisini atgongd til upptøkurnar.

Endamálið er, at hetta skal økja áhugan frá miðlunum fyri flogbólti sum heild. Harumframt fer hetta at verða við til at økja um fíggjarliga grundarlagið hjá flogbóltinum,tí at lýsingarpláss til hvønn dyst gerast sjónligari.

Ein royndarstroyming verður longu komandi leygardag, tá tveir steypadystir verða stroymdir.