Tilvildarlig mynd av Steintór - Zacharias Hammer hevur tikið myndina.

Flestu skipini eru komin undir land at kroka

vinna01-04-2020 - 23:01 - Jóanis Nielsen

 Tað hevur verið nógvur vindur seinnapartin í dag og í kvøld, tí eru tey flestu skipini komin undir land eystanfyri at kroka.

Tvey garnaskip og nakrir av teimum stóru línubátunum eru tó úti enn - vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri - Næraberg er á svartkjaftafeltinum sunnast í føroyskum sjógvi.

Tað verður vindur í nátt og fyrrapartin í morgin, men eftir middag í morgin minkar vindurin.