Fleiri trolarar hava landað í Runavík hesa vikuna

vinna16-03-2018 - 17:06 - Jóanis Nielsen

 Fleiri trolarar hava hesa vikuna landað til Faroe Origin í Runavík.

Bakur og Stelkur landaðu fyrst í vikuni teir høvdu uml. 150.000 pund, í dag kroka teir undir landi norðanfyri.

Heykur og Falkur landaðu í gjár, teir høvdu eisini 150.000 pund, teir fara nýggjan túr í kvøld.

Rókur og Lerkur hava landað í dag, teir høvdu eisini uml. 150.000 pund, teir fara nýggjan túr í kvøld.

Hjá øllum skipunum er meginparturin upsi.