Fleiri húsvognar komnir til Sørvágs

14-06-2018 - 08:08 - Jóanis Albert Nielsen

Sørvágs Country & Blues festivalur verður settur í morgin, men longu nú eru fleiri húsvognar komnir til tiltakið. 

Myndirnar eru tiknar á midnátt í gjár, og sum tær vísa so eru nógvir húsvognar longu komnir til Sørvágs. Væntandi koma nógvir vestur í dag. Vit skrivaðu í eini grein fyrradagin, at pláss var selt til 178 húsvognar. Atgongumerkja sølan hevur ongantíð gingið so væl sum hon hevur gjørt í ár.