Fleiri handtøkur í rán- og rúsevnamáli

22-01-2021 - 11:26 - Jóanis Nielsen

Fleiri handtøkur og framstillingar í grundlógaravhoyring í rán- og rúsevnamáli.


Føroya Politi hevur handtikið 4 mans, sum eru ávikavist 23, 24, 28 og 46 ára gamlir. Handtøkurnar eru framdar í Føroyum og í Danmark.
Teir verða allir skuldsettir fyri brot á revsilógina viðv. smugling av rúsevnum og viðv. ráni móti einum persóni í Føroyum.

Teir verða allir framstillaðir í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti fríggjadagin hin 22. januar 2021 kl. 13:15.

Við atliti til avgerð í Føroya Rætti, og víðari kanningararbeiði, ber fyribils ikki til at kunna meira um málið