Fleiri enn 40 svartkjaftaskip stødd sunnanfyri

vinna13-04-2019 - 12:43 - Jóanis Nielsen

Í dag eru fleiri enn 40 stór og væútgjørd skip stødd á svartkjaftafeltinum sunnast í føroyskum sjógvi - stakkals svartkjaftur.

Tey flestu skipini eru russisk - umleið helmingurin -, nógv íslendsk skip eru á feltinum og okkurt er ávegis, tey føroysku skipini eru øll har og so er okkurt grønlendskt skip eisini.

Fiskiskapurin hevur ikki enn verið nakað at reypa av, men vit frætta, at nógvur svartkjaftur er beint sunnanfyri føroyska markið t.v.s. í ES-sjógvi, tann svartkjafturin er áveg norðureftir.