Fleiri av føroysku skipunum eru farin í norskan sjógv at fiska makrel

vinna14-09-2020 - 09:40 - Jóanis Nielsen

Fleiri av føroysku skipunum, sum fiska makrel, eru farin í norskan sjógv, beint eystarum føroyska markið, tí fiskiskapurin í føroyskum sjógvi er minkaður - í morgun eru Norðingur, Gøtunes, Tróndur í Gøtu, Katrin Jóhanna, Arctic Voyager og Høgaberg, í norskum sjógvi, ímeðan Christian í Grótinum, Næraberg, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Borgarin eru í føroyskum sjógvi.

Fagraberg og Tummas T. eru í íslendskum sjógvi á sildaveiðu og Finnur Fríði er á veg í íslendskan sjógv at fiska sild.