Flaggdagshaldið 2018

Mentan23-04-2018 - 13:20 - Jóanis Albert Nielsen

Flaggdagshaldið 2018 verður í skúlanum á Giljanesi kl.16:00 mikudagin. Hans Jørgensen heldur flaggrøðuna.

Tað verður fyrrverandi skúlastjórin, Hans Jørgensen, ið kemur at halda flaggrøðuna í ár.

Skrúgongan fer avstað frá SÍF húsinum klokkan 15:40, og frá bygdaskúlanum í Miðvági klokkan 15:30. Vónandi kunnu so nógv sum gjørligt verða við til gonguna.

Sørvágs tónleikarfelag spælir til haldið. Tá ið haldið er liðugt, verður framførsla við gittarnæmingum hjá Holgari Jacobsen og line dansur.

Til ber at keypa vaflur og kaffi frá gentukórinum "Tónar". Sølan byrjar klokkan 15:00, og verður bert tikið móti reiðum peningi.