Flaggdagshald í Sørvági

mentan24-04-2019 - 12:17 - Jóanis Nielsen

 Flaggdagshald verður í Marghøllini í Sørvágs skúla kl. 14.

Elin Brimheim Heinesen flytir fram røðu og Sørvágs Tónleikarafelag spælir.

Næmingar møta kl. 13.30.

Skrúðgongan byrjar omanfyri skúlan kl. 13.45, fer út til gamla Føroya Banka, hheim runt kirkjugarðin og endar vestanfyri skúlan, við inngongdina til Marghøllina.

Í sambandi við námsferð skipa foreldur og næmingar í 7. flokki fyri kaffisølu og tombola.

Aftaná flaggdagshaldið verður framsýning av handarbeiði hjá kvøldskúlanum, næmingum hjá Pól skarðenni og lnedansur.