Flaggdagshald á Strondum

mentan24-04-2019 - 12:13 - Jóanis Nielsen

Flaggdagin, 25. apríl kl. 17.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.

Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 17.00.

Við bygdahúsið verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, flaggrøðuna.

Síðani verður boðið til kaffi & køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum.


Veri hjartaliga vælkomin.


Sjóvar kommuna.