FK-kapping - um viðrar verður kapping í Havn í kvøld og restina av vikuskiftinum

ítróttur20-11-2020 - 13:36 - Jóanis Nielsen

Hetta vikuskiftið er FK-kapping-yngri  í Havn, ein flogbóltskapping, spælarar úr øllum Føroyum kappast í eitt heilt vikuskifti. Fyrsti dystur er í kvøld kl 18, tá G19 kappingin byrjar, og spælt verður fram til sunnukvøldið kl 18, tá seinasta finalan er liðug.

Undirtøkan er góð, og 140 lið eru teknaði. Nú tilmæli um frástøðu er serlig í mun til onnur ár, er kappingin býtt út á tríggjar hallir, og m.a. er hetta fyrsta kapping, sum verður hildin í nýggja skúlanum á Fløtum.

Kappingin er fyri allar deildir frá level 0, sum er tey 5 ára gomlu og upp til mans- og kvinnuunglingar. Í ungdómsdeildum verður kappast um pláss í steypafinalun, og tí er serligur spenningur um júst hesa kapping, og tað hevur týdning, at øll hava møguleika at luttaka.

Í kvøld eru tað G19 og D17, sum spæla, leygardagin eru tað flogbørn, G16 og mans og kvinnuunglingar, Eftir at hava stýrt millum skerini í mun til corona tilmælir, sær tað kortini ikki út ti at vera størsta avbjóðingin. Verðið vísir seg frá síni buldraligu síðu, og í løtuni er ivamál, um til ber at fara í gongd, men vónandi eydnast. Feløgini verða kunnaði, um broytinar vera vegna veður.