FK-kapping í vikuskiftinum

ítróttur22-11-2019 - 07:22 - Jóanis Albert Nielsen

Fleyr skipar í vikuskiftinum fyri árligu FK-kappingini har lið úr øllum Føroyum kappast í eitt heilt vikuskifti. Fyrsti bóltur verður servaður fríggjakvøldið kl 18:30 og sunnukvøldið, á leið 48 tímar og 232 dystir seinni hevur dómarinfloytað fyri seinastu ferð. Fk-kappingin varð hildin á fyrsta sinni fyri skjótt 30 árum síðani og telist millum stóru afturvendandi ítróttartiløkini í Havn.

Seinnu árini hava flogbørn av álvara funnið flogið, og flogbóltskappingarnar eru blivnar fleiri og størri. FK-kappingin er øðrvísi, tí hon fevnir um allar aldursbólkar, líka frá teimum yngstu í level 0 til meistaradeild. Av praktiskum ávum verður FK-kappingin hildin í tveimum vikuskiftum, og hetta vikuskiftið eru tað kappingarnar fyri yngru liðunum sum eru á skránni.

Ikki færri enn 135 lið fara at dystast, og fyrireikararnir fegnast um, at eisini nýggj feløg royna seg. Eitt nú eru strandingar við fyri fyrstu ferð. Hetta er eitt beinleiðis úrslit av flogbóltsundirvísing í skúlunum og kappingunum kring landið.

Vegna nógv landsliðsvirksemi í oktober, liggur kappingin nakað seinni enn undanfarin ár. KF-kapping telur ikki við í landskappingini, men hon er áhugaverd tí hon samlar allar leikarar, og tí at spælt verður um onkur finalupláss í steypakappingini.

Kappingin verður hildin í stórhøllin á Hálsi og Gundadalshøllin. Góðu fysisku karmarnir lætta nógv um hjá fyrireikararum og venjarum, at ikki skal reikast millum hallir ymsa staðni í býnum, sum vanligt var, áðrenn høllin á hálsi bleiv útbygd. FK stuðlar kappingini.