Fjórða útlendska liðið boða frá luttøku

ítróttur02-06-2018 - 19:28 - Jóanis Nielsen

Fjórða útlendska liðið boða frá luttøku!

Fyrr í ár hava vit boða frá, at norska felagið Sportsklubben Haugar luttekur við tveimum U15 dreingja liðum í Intersport Summar Cup 2018, meðan U13 genturnar hjá danska felagnum Herfølge Boldklub eisini koma hendan vegin.
Nú er so eitt fjórða útlendskt lið tilmelda kappingina, ið verður 7. og 8. juli 2018. Talan er um U13 dreingirnar hjá Herfølge Boldklub, ið eisini ætla sær hendan vegin í summar. Møguliga koma teir luttaka við tveimum liðið.
- Vit eru sera fegin um, at fleiri útlendsk lið hava boða fá luttøku, sigur Andrass Thomsen. Hann leggur aftrat, at tað í framtíðini vónandi koma enn fleiri lið hendan vegin, tí eisini svensk og íslendsk feløg hava víst áhuga.
Tá føroysku liðini vera løgd aftrat, so eru næstan 100 lið tilmeldaði og tí kemur hetta allarhelst at vera størsta kappingin higartil.
Freistin at melda til Intersport Summar Cup er 15. juni 2018.