Fjølbroyttan flota

vinna23-10-2019 - 09:25 - Jóanis Nielsen

Fjølbroyttan flota ???

Nú vit byrjaðu hendan túrin fyri eini viku síðan kunnu vit bara staðfesta sum eg ofta havi grenja um at vit eru einasti bátur i Barentshavinum ið bert hevur rækjukvotu, vit verða einsamallir her til uml 1.marts tá rækjuvertíðin byrjar aftur

Allir ca 22 Norsku rækjubátanir hava lagt um til fisk

Bert 3 fra EU fiska enn, men teir hava lov at taka tosk og flatfisk eisini sum er eini 50% av veiðuni.

Fyrr høvdu vit lov at taka 49% av hjáveiðuni her, men tað bleiv sett til 0% i 90-unum og torska og svartkalva kvotan tikin frá okkum uttan nakað

Bert 5 av ca 20 Russarum fiska enn bert rækjur, hinir eru farnir á torskveiðu

Orsøkin er IKKI manglandi kvota, men tað fáast ikki rækjur hesa árstíð i Barentshavinum

Man kundi havt fingið rækjur norði a 81 gradum hesa árstíð um slepst til fyri ís, men við Svalbard er allur kanturin stongdur vegna fiskayngul og Russisku megin er Lisensurin ikki komin enn og kemur neyvan

So hugtakið ´´fjølbroyttan flota´´ er ringt at fáa eyga á hjá okkum

Bjarni Petersen

Vit byrjaðu túrin Eystanfyri Svalbard, men óvanliga nógvur ísur og
sera sera ring forhold, við norðan stormi og nógvum kulda, chillfaktor
a minus 35 gradir
Máttu stinga av, vóru mestsum innifrystir.
Yvurfladutempratururin var -1,9 gradir, sum eg vist ikki havi sæð fyrr
so tá frystir skjótt, og man kann skjótt liggja ordiliga fastur
serliga tá man er einsamallur innanfyri eini 500 sm til nærmastu skip

heilsa Bjarni