Fjølbroytt skrá á Stórmøtunum

mentan05-10-2017 - 14:10 - Jóanis Nielsen

Vikuskiftið 20.-22. oktober skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri Stórmøtum í Bylgjuni í Runavík við evninum #Gleðiboðini2017. Í sambandi við, at 500 ár eru liðin síðan reformatiónina, verður millum annað serlig fyrilestrarøð um læru Martin Luthers.

Fjølbroytta skráin hevur spennandi tiltøk til bæði børn, ung og vaksin. Møti verða í Bylgjuni øll trý kvøldini, umframt at barnatiltøk (1.-7. fl.) verða í Løkshøll samstundis sum møtini fríggjakvøld og leygarkvøld. Fyri børn undir skúlaaldri er tilboð um barnaansing við innihaldsríkari skrá. Harafturat verða ungdómstiltøk seinni fríggjakvøld og leygarkvøld, og eitt stórt familjutiltak sunnudagin kl. 15.

Undirvísarar til Stórmøtini verða Leif Andersen og Asger Chr. Højlund. Leif, sum er ein av mest umbidnu talarum í Danmark, er lærari, fyrilestrahaldari, sálarrøktari og rithøvundur. Hann starvast sum ferðaprestur hjá Indre Mission og lektari á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus. Leif talar á kvøldmøtunum.

Asger, ið er uppvaksin í Føroyum, er doktari í gudfrøði og professari á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus. Hann hevur eisini skrivað fleiri bøkur, og hevur á Stórmøtunum eina fyrilestrarøð seinnapartin leygardagin við heitinum “Hvat er so serligt við tí lutherska?”.

Nógvur og góður sangur er eisini á skránni. Á møtunum verða framførslur við Gøtu Kirkju Ungdómskóri, Blátt Gras og Effata/Tabor-kórunum. Harafturat er ein stórur sangbólkur, sum leiðir felagssangin, saman við strúkarum, blásarum, floytum og øðrum.

Øll kvøldmøtini verða tulkað til enskt umvegis headsett, so tey, ið ikki skilja føroyskt ella danskt, kunnu fáa nakað gott burturúr vikuskiftinum.

Meira kann lesast um Stórmøtini áwww.mission.fo.