Fitt av fólki til hugnaligt kvøld hjá TRYGD

vinna20-02-2020 - 21:01 - Jóanis Nielsen

Fitt av fólki vóru møtt til tiltakið, sum TRYGD skipaði fyri á Fiskastykkinum í Sandavági í kvøld - Hvørjar tryggingar eiga øll at hava? - Har fólk frá TRYGD greiddi frá tryggingarmøguleikum og løgdu dent á hvørjar tryggingar fólk eiga at hava. Nakrir spurningar vóru settir.

Trygd bjóðaði ein søtan bita við kaffi og tónleik við Sámali Ravnsfjall.

Gávubræv frá Atlantic Airways varð burturlutað, tað vann Fríðfinnur Joensen úr Sandavági.

Vit tóku nakrar myndir.

TRYGD fer at hava fleiri slíkar fundir á ymsum støðum.