Fiskivinnuuppskotið varð í kvøld samtykt til 2. viðgerð

politikkur08-12-2017 - 23:20 - Jóanis Nielsen

 Í kvøld varð fiskivinnuuppskotið samtykt við 2. viðgerð, tað vórðu 16 atkvøður fyri og 15 ímóti. Sambandstingmaðurin Magni Laksáfoss atkvøddi ikki, men fór úr tingsalinum, um Magni Laksáfoss hevði atkvøtt sum Sambandsflokkurin, so hevði staðið á jøvnum 16-16 og so fall uppskotið.

Sambandsfólk eru í øðini inn á Magna Laksáfoss, og tað hevur ljóðað, at tað at hann ikki atkvøddi saman við Sambandsflokkinum, møguliga skal fáa avleiðingar fyri Laksáfoss.