Fiskivinnutjóðin Føroyar í fríum fallið

Vinna07-02-2018 - 10:27 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjárkvøldi 06-02-2018 fekk Norðingur maskinskaða. Tað ljóðar at turbinan er farin, har var onki at gera. Boð mátti sendast eftir bjarging.

Brimil lá á Fuglafirði. Har hevur hann ligið í nógvar dagar, teir hava verið upptiknir av at telja møguliga uppíblandaðan upsa hjá svartkjaftaskipunum. Tað ljóðar eisini at teir hava fingið upp í heili hundrað kilo av upsa úr eini last á 2500 tonsum av svartkjafti.


Norðingur ið var til fiskiskap suður ímóti bretska markinum, fekk sum sagt maskinskaða og noyddist tískil at fáa sleip. Tað skal sigast at veðrið á leiðini er gott, tað var tó tung alda í gjárkvøldi og í nátt.

Boð vóru send eftir Brimli og skuldi man trúð at teir loystu beinanveg,- serliga tá hugsa verður um at ongin landaði svartkjaft í gjárkvøldi - men so var ikki. Boðini til Norðing vóru skammilig "vit noyðast at bunkra fyrst" Jú tit lesa rætt, TEIR SKULDU BUNKRA FYRST!

Hvør hevur ábyrgdina av at Brimil ikki lá klárur til bjarging, skal eg ikki tora at siga her, men átaluvert haldi eg tað er. Og tað í allar hægstu grad eisini. Tað er onki minni enn ein vanærulig skomm og ikki minni niðrandi ímóti føroyska fiskimanninum. Tað kundi verið nógv verri enn bara maskinskaði.


Mortan G Berjastein