Mynd: John Haraldsen.

Fiskivinnunýskipanin røkkur ikki endamálunum

vinna29-03-2017 - 18:00 - Jóanis Nielsen

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at samgongan má rætta kumpass, so nýskipanin í størri mun tekur støði í einum gagnligum vinnupolitikki.

Endamálið við nýskipanini

Endamálið við einari og hvørjari fiskivinnunýskipan eigur at vera ein effektiv fiskivinna, sum skapar virði fyri samfelagið alt (tað almenna, løntakarar og virkiseigarar). Tíverri tykist tað, sum fyriliggjandi uppskot um fiskivinnunýskipan, sum er sent til hoyringar, ikki í nóg stóran mun livir upp til hetta, hóast endamálsorðingarnar í uppskotinum tilskila tað. Harumframt heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at tað er ov váðið at gera so víðfevndar broytingar í einum, í einari av okkara høvuðsvinnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til at gera meira miðvísar og avmarkaðar broytingar, har tað sum virkar væl í verandi skipan verður varðveitt, meðan tað sum riggar minni væl, verður nýskipað.

Neyðugt við burðardyggum fiskiskapi og kvotuskipan

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við at skipa ein burðardyggan fiskiskap grundað á umsitingarætlanir, herdar reglur fyri ólógligan fiskiskap, og at seta í verk eina kvotaskipan. Hesar broytingar kunnu einsamallar skapa stórt meirvirði fyri føroyska samfelagið, og eru alneyðugar. Hesir partar av lógaruppskotinum eru góðir og neyðugir.

Trygg nýtslurættindi og umsetiligheit

Hinvegin heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað verða neyðugt, at útlutingin av fiskiloyvum ikki eigur at vera grundað á uppboðssølu, men á trygg nýtslurættindi og umsetiligheit av hesum rættindum. Einki framkomið samfelag um okkara leiðir, har fiskivinnan er ein av høvuðsvinnunum, hevur valt at útluta fiskirættindini við uppboðssølu, og tí er samfelagsváðin stórur. Eisini fer ein uppboðssøla av stórum parti av rættindunum at stytta tíðarhorisontin hjá aktørunum, og gera tað torførari at fáa ein meirprís við at differentiera føroyskan fisk.

Ein uppboðssøla av rættindum viðførir sannlíkt, at eisini vanligi vinningurin verður útholaður yvir tíð, tí tað eru tey mest órealistisku boðini, sum vinna á uppboðssøluni. Harvið verða eisini pengar, sum eftir røttum skuldu verið nýttir til nýggjar íløgur í staðin goldnar inn í landskassan. Tilsamans fara hesi viðurskifti at føra til eina minni effektiva fiskivinnu.

Gjøld heldur enn uppboðssøla

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at skattapolitikkurin er eitt rættari amboð at tryggja eitt javnari býti av virðunum í samfelagnum. Tilfeingisgjøld og skattur eru ein betri háttur enn uppboðssøla at býta virðini javnari. Tá ber til at varðveita trygg nýtslurættindi samstundis sum tilfeingisgjøldini tryggja, at fyritøkurnar rinda fyri framíhjárættin til fiskatilfeingið. Um ein rímiligur partur av tilfeingisrentuni verður kravdur inn við tilfeingisgjøldum, verður tað eisini lættari hjá nýggjum aktørum at keypa seg inn í vinnuna, tí virðini á fiskiloyvunum minka nógv.

Anti-trust mørkini mugu ikki vera ov lág

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at ansast má eftir at seta anti-trust mørkini ov lág, tó at okkurt mark má vera fyri, hvussu stóran part ein einstakur aktørur kann eiga. Um mørkini eru ov lág, lóggevur man í veruleikanum ineffektivitet inn í skipanina, tí ov nógv stál verður til at fiska ov lítið í part. Tá missa bæði landskassin, fiskimenn og fiskivinnufyritøkurnar. Tað er tí umráðandi, at man loyvir búskaparliga skilagóðum konsolideringum í vinnuni.

Ov nógvar forðingar fyri at skipa seg

Um fiskivinnan verður regulerað niður í minstu smálutir, fer hon ikki at hava somu møguleikar at skapa virði fyri føroyska samfelagið. Sum eitt dømi kann nevnast forðingarnar fyri vertikalari integratión a virkseminum við at krevja at minst 60% av veidda fiskinum skal seljast á uppboðssølu.

Neyvar lógvarreguleringar kunna aloftast ikki taka hædd fyri broytingum, sum henda eftir at lógin er samtykt, og missur vinnan harvið lívsneyðugan møguleika at innrætta seg eftir broyttum marknaði, kvotum og prísum. Alivinnan hevur víst á eina gongda leið, har meira fæst fyri vøruna við at gera hana serstaka í góðsku og leveringstrygd. Ein gongd leið, sum ikki varð møgulig, um alivinnan ikki slapp at gera vertikala integratión í allari virðisketuni.

Uppskotið ov víðfevnt

Føroya Arbeiðsgevarafelagið heldur, at lógaruppskotið er ov víðfevnt, og vil taka ov nógv atlit í senn. Úrslitið er eitt lógaruppskot, sum sannlíkt fer at steðga tí menning, sum føroysk fiskivinna hevur verið í, og sum fer at skapa eina minni effektiva fiskivinnu, enn vit høvdu frammanundan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í samband við nýskipanararbeiðið fleiri ferðir ført fram bæði skrivliga og munnliga, at man fyrst eigur at greina, hvat er galið við verandi skipan, áðrenn man kemur við nøkrum uppskoti um broytingar. Man má geva sjúklinginum eina diagnosu, áðrenn man fer undir at skurðviðgerð hann. Kanska vísir diagnosan, at tað als ikki er neyðugt at skurðviðgera, men at tað er nokk við einari umlegging av kostinum.

Frá at hava móttikið hundraðtals milliónir í almennum stuðli, rindar fiskivinnan nú omanfyri tvey hundrað milliónir inn í føroyska landskassan árliga. Hetta er tekin um, at okkurt verður gjørt rætt í fiskivinnuni. Hetta merkir ikki, at verandi skipan er fullkomin, og nokk so langt frá tí. Men tað virkar sannlíkt, at politiski myndugleikin við nøkrum fáum, vælvaldum inntrivum í lóggávuni kann koma nógv longur at røkka teimum málum, sum hann hevur sett sett sær fyri, enn hon kann við fyriliggjandi lógaruppskoti.

Hvussu kann fiskivinnan nýskipast?

Tørvur er ikki á hesari kollvelting av føroysku fiskivinnuni, sum lógaruppskotið í veruleikanum er, tørvur er heldur á einari meira avmarkaða umskipan. Fyri at røkka yvirskipaða endamálinum um eina fiskivinnunýskipan, sum kastar sum mest av sær til samfelagið, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at ein fiskivinnunýskipan tekur støði í verandi skipan. Føroya Arbeiðsgevarfelag heldur, at ein fiskivinnunýskipan eigur at verða grundað á hesar meginreglur:

- Burðardyggan fiskiskap, grundað á umsitingarætlanir

- Herda revsing fyri ólógligan fiskiskap

- Trygg nýtslurættindi

- Kvotaskipan við innbygdari umsetiligheit í skipanini

- Serskatting av vinningi við víðarisølu av loyvum og rættindum

- Eina burðardygga skatting av tilfeingisrentuni, grundað á staðfest miðalúrslit í vinnuni

- Tryggja at skattur av vinningi, sum kemur úr føroyskum tilfeingi, verður goldin í Føroyum

- Frælsi at leggja viðurskiftini til rættis, tó við ávísum rímiligum avmarkingum, har atlit verða tikin til samfelagsvirði

Ein slík nýskipan hevði veruliga verið til fyrimuns fyri landið alt, tað almenna, virkiseigarar og starvsfólk.

Samanumtikið

Samanumtikið heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at verandi uppskot hevur ov nógvar váðar, tí eingin kennir fullu avleiðingarnar av so víðfevndum broytingum, gjørdar í einum. Mælt verður í staðin til at endurskoða verandi skipan við at gera tiltrongdar broytingar eftir teimum høvuðsprinsippum, sum eru nevnd omanfyri. Vit eiga síðan at eftirmeta virknaðin av framdu broytingunum, áðrenn vit gera aðrar broytingar. Harvið fáa vit framt neyðugu broytingarnar í fiskivinnuni við eini tilgongd, sum hóskar til stóra váðan av at gera broytingar í eini av okkara høvuðsvinnum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at leggja nýskipanaruppskotið hjá Fiskimálaráðnum fyri Løgtingið í verandi líki.

Alt ummælið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag av lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi kann lesasther