Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

politikkur21-03-2017 - 13:41 - Jóanis Nielsen

Síðani fiskivinnuuppskoti hjá samgonguni varð framlagt, er rættuliga nógv komi fram um innihald og tess avleiðingar. Tað sum sermerkir hetta uppskot, er at so at siga alt skal endavendast innan fiskivinnuna og at tað frameftir verður sera trupult at tilrættisleggja naka sum helst. Eisini verður tað so at siga ómøguligt at fáa peningastovnsfígging til nakra verkætlan innan fiskivinnuna, tí karmarnir verða so ótryggir, at eingin kann veita fígging, tí talan verður um váðafúsan kapital.

Í dag er støðan tann, at tey størru flakavirkini Kósin og Faroe Origin, hava millum 300-400 trygg arbeiðspláss, tí virkini hava tryggja sær rávørugrundarlag við at tengja skip at virkseminum. Hetta er einans møguligt, um tú hevur sterkar fyritøkur sum JFK, Varðan og Framherja, Hesar fyritøkur takað samfelagsatlit og kunnu við sínum generella virksemið, syrgja fyri at nøktandi kapitalur er til staðar til at gera íløgur og tryggja ein skynsaman rakstur.

Frameftir er ætlanin tann, at hetta ikki verður so. Fyritøkurnar koma at fella fyri antitrustmarkinum, og sitandi landsins mynduleikar siga beinleiðis við sínum uppskotið um fiskivinnunýskipan, at nú skulu nýggir og fleiri aktørar framat, tí henda samanskrúvingin er ikki nøktandi.

Tað er eingin ivi, um tú veruliga skal hava nakað nøktandi og trygt virksemið innan fiskivinnu í einum so lítlum landi sum Føroyar, mugu vit hava stórar eindir, sum í flestu førum megna at fíggja íløgur og rakstur, umframt nýtslu av stórvirksemisfyrimuninum.

Alivinnan byrjaði við økisleistum og vóru knappliga 100 loyvir upprunaðliga útskrivaði. Hon noyddist tó at fara á húsagang generelt 2 ferðir, fyrr enn vit kundu staðfesta, at um lív skal verða laga innan alivinnu í føroyum, mugu vit hava stórar og sunnar fyritøkur, sum megna at gera neyðugar íløgur og annars tryggja arbeiðspláss og menning innan hesa vinnu. Í dag hava vit 3 alifyritøkur í Føroyum, sum eru fyrimyndirarligar innan aling á alheimsmarknaðinum. Har er ein rúgva av arbeiðsplássum og avleidda virksemið, har hesar fyritøkur nýta milliardaupphæddir til tænastur í landinum, er ein lívsæðra hjá fleiri tænastufyritøkum í Føroyum. Sjálvt um ársúrslit og avkast er gott og fyrimyndarligt, skulu vit nevniliga ikki bert hyggja eftir hvat í hesar fyritøkurnar rindað í skatti, men vit mugu eisini takað tað avleidda virksemið við.

Tað gongur væl í fiskivinnuni í Føroyum í dag, og tí er tað margháttligt, at sitandi samgonga setur sær fyri at framleggja eitt so ógvusligt og drastiskt uppskot fram um eina nýskipan av fiskivinnuni, sum hevur til endamáls at niðurlaga alt uppbygt virksemið, og annars skapa sera stóran ótryggleika millum aktørar í fiskivinnuni. Tað er eingin ivi í mínari verð, at um hetta uppskot verður samtykt, so verða fleiri fólk arbeiðsleys innan flakavirkisídnaðin í Føroyum, tí samgongan megnar ikki at tryggja nøkur arbeiðpláss líka væl sum verandi aktørar í vinnuni.

Tað ørkymlar meg eisini rættuliga nógv, at tá ið man hevur avgjørt at leggja eitt so grundleggjandi broytandi uppskot fram viðv. okkara høvuðsvinnu, ikki kann koma vit einari greiðari útmelding – Hvat um hetta uppskot ikki virkar ??? Vit hava ferð aftaná ferð hoyrt frá vinnunu sjálvari, at hetta kemur í fleiri førum at verða bænahøgg til menning av føroyskari fiskivinnu og haldi eg at tað er ikki meiri enn rímuligt at frætta frá samgonguni, at teir hava tikið tey neyðugu atlitini til ein “back-up plan” – ikki um, men tá ið vit fara at síggja og merkja avleiðingarnar av hesum uppskotinum.

Uppskotið um fiskivinnunýskipan umfatar ikki bert reiðarar, sjómenn og flakafólk. Uppskotið umfatar allar føroyingar tí fiskivinnan stendur fyri umleið helvtini av okkara útflutningi og hevur ein grundleggjandi búskaparliga týdning fyri Føroyar sum land.

Tað er eisini púra hol í høvdið at fremja eina nýskipan innan eina vinnu, sum koyrir avbera væl. Eg skilji tað bara ikki. Eg kann gott fylgja, at dagføringar á ymiskum økjum eru neyðugar, men nýskipan hava vit ikki fyri neyðuni innan fiskivinnuna.

Kvotur til skipabólkar og økiskvotur kring landið, tykist at verða nakrir av høvuðsboðskapinum hjá samgonguni. Hvør sigur at hetta gevur meiri pening í landskassan? Hvat er trygdin fyri at hetta er ein menning av verandi fiskivinnu ?

Alt sum ikki er menning er niðurlagan og tað er júst tað, sum kemur at henda fyri Føroyar. Alt skal pettast sundur, soleiðis at eingin fær nakað burturúr nøkrum tí tað snøgt sagt loysir seg ikki.

Símun Gullaksen, formaður

Norðoya Fólkafloksfelag