Fiskivarði fingið um skrúvuna

Vinna18-12-2017 - 20:33 - Jóanis Nielsen

Um 8 tíðina í morgun boðaði línubáturin, Fiskivarði frá, at teir høvdu fingið ein enda um skrúvuna og ynsktu sleip.

Brimil kom til Fiskivarða kl 1330. Kl 1730 komu skipini á Tvøroyri. Kavarar frá Brimli skóru av skrúvuni, síðani fór Fiskivarði aftur til fiskarí.
Fiskivarði er gamli Norðleivur, skipið er heimahoyrandi í Vestmanna.

Myndirnar hevur Dávur Joensen tikið.