Fiskimenn ella fiskifrøði

politikkur18-09-2017 - 21:44 - Jóanis Nielsen

Mikukvøldið 20. september kl. 19:30 skipar Unga Tjóðveldið fyri tiltaki í Gøtu Arbeiðarafelag við heitinum: "fiskimenn ella fiskifrøði?"

Hvussu nógv er ráðiligt at fiska? Eru stovnarnir burðardyggir ella mugu vit minka um fiskiveiðina? Á hvørjum ári er stór ósemja millum Havstovuna og Fiskidaganevndina, um hvussu føroysku stovnarnir eru fyri, og hvussu nógv vit kunnu fiska. Hvør hevur rætt, fiskimenninir ella fiskifrøðin?

Hendan spurningin setir Unga Tjóðveldið í samband við tiltak mikukvøldið 20. september kl. 19:30 í Gøtu Arbeiðarafelag. Heitið á tiltakinum er “fiskimenn ella fiskifrøði?”

Hjalmar Hansen, formaður í fiskidaganevndini, og Eilif Gaard, stjóri í Havstovuni, greiða frá, hvør mannagongdin hjá teimum er til at gera tilmæli um fiskidagar. Bæði Eilif Gaard og Hjalmar Hansen koma síðani við sínum ískoyti og hugsan til, hvussu vit á bestan hátt tryggja okkum fiskastovnar, ið eru væl fyri.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at enda at siga sína hugsan á økinum og hvussu nýggja skipanin skal tryggja okkum burðardyggar fiskastovnar.

“Í langa tíð hava vit hoyrt, at semja er í millum politisku flokkarnar um týdningin av eini góðari stovnsrøkt, tó síggja vit ikki at fiskidagatalið verður lækkað, og vit mugu tí taka kjakið upp, hvat ein góð stovnsrøkt er. Er tað at fylgja tilmælinum frá fiskidaganevndini um sama fiskidagatal ella er tað at fylgja ráðunum frá fiskifrøðingum á Havstovuni?” sigur Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum.