Fiskikapping, ppboðssøla og familjuhugni í Vágsbotni leygardagin

mentan24-04-2019 - 14:25 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv


Fiskikapping, uppboðssøla og familjuhugni í Vágsbotni leygardagin

Nú er at flota sær bátin, tí leygardagin 27. apríl er árliga fiskikappingin í Vágsbotni aftur á skránni. Landkrabbarnir verða tó ikki snýttir, tí møguleiki er at keypa nýveidda fiskin á uppboðssølu og keypa sær okkurt gott til góman í hugnaligasta umhvørvinum í Havn.

Veðrið kunnu vit onki gera við, men streymviðurskifitini eru góð og vit lova, at lagið verður av tí allar besta.

Innskrivingin byrjar kl. 8.00 á torginum i Vágsbotni og evsta mark at leggja veiðuna upp er kl. 16 á torginum. Tá er uppboðssøla á skránni og vinningar verða latnir.

Bátarnir kappast um at vinna eitt viðskiftakort frá Magn, virði 3.000 kr., og eina flótidrakt frá Fønix, virði 3.000 kr., sum verður latið fyri mestu veiðu í kg. Eisini verður ein toskatráða frá Jógvani Weihe, virði 3.000 kr., latin fyri næstmestu veiðu og fyri tyngsta fiskin verður latið upptøka og bátavask frá Bátatænastuni, virði 3.000 kr., og eitt gávukort frá Glitnir, virði 1.000 kr.

Luttøkugjald er 100 kr. fyri hvønn persón í bátinum. Ferðasteypið, tann gylti toskurin, verður latið til bátin við mestu veiðu.

Gjøgnum dagin skipa foreldur og børn hjá B36 fyri tombola við góðum vinningum og møguleiki er at keypa sær nýbakaðar vaflur og okkurt heitt afturvið.

So foreldur og børn, ommur og abbar, og vinir og grannar, komið oman í Vágsbotn leygardagin!

Innsavnaði peningurin fer óskerdur til árliga Dana Cup túrin hjá gentum og dreingjum 12 hjá B36.