Fiskikapping og vatnkríggj í Klaksvík í dag

Mentan17-08-2018 - 08:05 - Jóanis Albert Nielsen

Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2018

FRÍGGJADAGIN 17. AUGUST

18.00
Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni.
Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti.
Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini fáa fríbilett til Cirkus Baldoni og verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 18. august.


19.00
Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip
Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.
Silgt verður í ring inni á vánni og kríggið endar tá Sjóverjuskipið Brimhil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðurin.

TRYGDARBOÐ:
Allir bátar skulu lurta á VHF-inum á Kanal 6.
Silgt verður móti klokkuni runt sjóverjuskipið Brimil
Um Brimil blæsir í lúðurin (eitt langt floyt) undir vatnkrígnum, skullu bátar og skip leggja stilt beinan vegin. Brimil blæsur í gongd aftur við tveimum stuttum floytum.
Vatnkríggji endar við at Brimil heilsar tríggjar ferðir við lúrðinum
ØLL SKULLU VERÐA Í BJARGINGARVESTI.
Øll sløg av skipum og bátum kunnu luttaka í vatnkrígnum. Tey sum ætlað at luttaka verða vinarliga biðin um at boða frá við at ringja til Eyðstein Poulsen, tlf. 217014.

Kaptain Gardar Vatnkríggj
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.
Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø..

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj,

Tilmelding í Norðoya Sparikassa í Klaksvík frá mánadegnum 13. august til fríggjadagin 17. august kl. 15. Í deildini hjá Norðoya Sparikassa fáa børnini ein vatnpistól (avmarkað nøgd).


Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.