Fiskamarknaðurin metir um viku 44

vinna26-10-2020 - 10:07 - Jóanis Nielsen

METING FYRI VIKU 44, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Fimm eru á landgrunninum. Tey fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Vit rokna við at ein landar fyrst í vikuni og so møguliga okkurt síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so toski.

Djúpvatnstrolarar:Bara ein er til fiskarí og fiskar hann vestanfyri eftir kongafiski. Hann landar síðst í vikuni.

Partrolarar: Øll, uttan tvey, pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina.