Fiskamarknaðurin: Meting fyri viku 9

vinna01-03-2021 - 09:27 - Jóanis Nielsen

Samandráttur.

Línuskip: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Teir fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at báðir landa í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. Fimm frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum. Tey hava gott fiskarí.

Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men linkar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so tað verður helst nakað av útróðri seinnu helvt av vikuni.

Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og kemur helst at landa miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin kundi verði betri eftir árstíðini vit eru í.