Fiskamarknaðurin: Meting fyri viku 8

vinna22-02-2021 - 09:49 - Jóanis Nielsen

Línuskip: Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vit rokna við at tey landa síðst í vikuni. Helst fer okkurt av línuskipunum avstað í næstum. Seks frystilínuskip eru undir Íslandi og eitt undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur skiftandi, so tað er møguligt at tað verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk, og landar helst fyrst í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskiskapurin er tíverri ikki góður.