Fiskaaling fer undir at kanna sjósíl

vinna12-09-2018 - 20:02 - Jóanis Nielsen

GRANSKING: Vitanin um sjósíl í føroyskum vøtnum og sjógvi er sera avmarkað. Fiskaaling er tí farið undir eina verkætlan sum lið í arbeiðinum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fíggjar verkætlanina.

Hendan verkætlanini, sum Fiskaaling nú er farin undir, hevur til endamáls at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum.
Verkætlanin við føroyskum sjósílum hevur lagt seg eftir at kanna hesi viðurskifti: At áseta tíðarskeiðið, har smoltið fer á sjógv. At lýsa støðuna hjá smoltinum viðvíkjandi longd, vekt, konditión og aldri, tá tað fer á sjógv. At samanbera ferðingarmynstrið á veg á sjógv við kringumstøðurnar, sum eitt nú viðvíkja hita og ráki. At gera nøktandi mannagongdir til innsavnan av vaksnum sjósílum, og síðani at lýsa møguligar munir í trivnaði og stovnssamanseting av sjósílum millum ymisk ár.
Eitt nú er eingin vitan um, nær smoltið fer á sjógv, aldurin á tí ta tíðina, og nær á árinum ella undir hvørjum umstøðum hetta fer fram. Til dømis tá ræður um hita- og rákviðurskifti. Eisini er vitanin um vaksin sjósíl ógvuliga avmarkað. Serstakliga tá tað snýr seg um munin í trivnaði frá ári til árs.
Verkætlanin verður býtt upp í tveir partar, har tann fyrsta skal staðfesta, nær sílasmoltið fer á sjógv, meðan seinna fer eftir at kanna munin í trivnaðinum hjá vaksnu sjósílunum frá ári til árs.
Í báðum førum er talan um royndarverkætlanir, har tillagingar kunnu væntast av verða gjørdar. Eitt nú er ikki óhugsandi, at seinni parturin í verkætlanini fer at bera í sær stórar avbjóðingar, tí sjógvurin er eitt væl størri innsavningarøki samanborið við áirnar.
Fyrra verkætlanin fer í gongd til várs, og kanningarnar verða gjørdar í Sandá í Havn. Seinna verkætlanin verður í fyrstu syftu at menna eina mannagongd, ið savnar inn vaksin sjósíl í nøktandi nøgdum og støddum. Hesin parturin er tann mest avbjóðandi, tí ongar royndir eru higartil gjørdar við at fanga vaksin sjósíl á sjónum við Føroyar.
Málið er at finna eini trý til fimm mið, har tað einaferð um mánaðin verða fangað síl til trivnaðar- og aldurskanningar, sum vísa seg í eitt nú longd, vekt, og aldurslesing í roðsluni. Eisini verða sílini kannaði fyri ymiskar sjúkur og lús. Hendan verkætlanin fer i gongd her í heyst. (Mynd: Hav.fo)