Fish Hot Dog

24-05-2019 - 16:45 - Jóanis Albert Nielsen
Gutti Winther er ein av okkara dugnaligastu kokkum og millum teirra sum heldur lívið í gastronomiska rákinum her á landi.
 
Á væleydnaðu Fish Fair í Klaksvik nýtti felagið Petur Larsen í Fuglafirði hansara kreativu gávur.
 
Gutti gjørdi ein fiska hot dog ! Fyrst gjørdi hann eina pylsu í lambatarmi við  gullaksafarsi frá Tavuni. Síðani bakaði hann eitt breyð við tang og søle. Hartil grønt ketchup av grønum tomatum og hvonn, hummara sinnop og eina remouladu av syltaðum reiptara og fjøru-urtrum. Smakkurin var framúr og vóru tað sera nógvir gestir sum nutu fiska hundin !
 
Gutti nevnir eisini stóru møgulleikarnar sum eru í gullaksafarsinum sum er ein framúr rávøra við stórum bindievni. Tavan er heimsins størsti framleiðari av gullaksafarsi.
 
Sera hugaligt við slíkari kreativari nýhuxan har tú tekur siðbundna amerikanska hot dogsin og letur hann í ein vælsmakkandi vakran føroyskan búna. Okkara fiskivinna eigur í nógv størri mun at nýta okkara dugnaligu kokkar til nýggjar framleiðslur og marketing.
 
 
Gott Gutti !
 
Johan Mortensen